Uppmáting · Avseting · Dronuuppmáting

Landmáting um allar Føroyar

Sikta veitir neyva uppmáting og avseting til arbeiðstakarar, ráðgevar, almennar stovnar og privatpersónar. Skjóta svartíð, smidligt samstarv og effektivt arbeiði.

Sikta

Landmátingartænastur

Sikta loysir landmátingaruppgávur frá fyrstu uppmáting til endaliga skjalfesting. Her eru tær tænastur, vit veita.

Uppmáting

Vit máta núverandi støðuna á staðnum við GNSS og totalstøð og flyta hana inn á skrivstovuna sum talgild dátur. GNSS gevur cm-neyvleika og totalstøð mm-neyvleika. Tú fært eitt neyvt grundarlag at projektera út frá.

Avseting

Vit seta tínar tekningar út á staðnum, so bygningar, vegir og leiðingar koma at standa rætt. Neyvleikin verður lagaður eftir krøvunum í verkætlanini.

Dronuuppmáting

Við dronu kunnu vit skjótt máta stór øki. Úrslitið er 3D-modellir, ortofoto og hæddarkurvar til projektering, nøgdarútrokning og kortdagføring.

Dátur til maskinstýring

Vit gera 3D-modellir og dátur klárar til maskinstýring, so grevstur og jarðarbeiði kunnu gerast beinleiðis eftir projektinum. Tað gevur færri avsetingar og minni endurarbeiði.

Nøgdarútrokning

Vit rokna út nøgdir av jørð, grót og øðrum tilfari, til dømis við grevstur og útfylling. Tú fært eitt álítandi grundarlag til tilboð, avrokning og eftirlit.

Hevur tú eina verkætlan, ið krevur landmáting?

Um Sikta

Landmátari við royndum úr Danmark og Føroyum

Eigarin av fyritøkuni er Boga Fossdal, ið er útbúgvin kort- og landmátingartøknikari. Bogi hevur arbeitt hjá HLM, ein av størstu landmátingarfyritøkunum í Danmark, og hjá Articon í Føroyum. Tær royndirnar hevur hann við sær inn í Sikta.

Bogi Fossdal

Eigari og stjóri

Tá ið tú arbeiðir við Sikta, tosar tú beinleiðis við tann, ið ger arbeiðið. Tað gevur stuttar avgerðarleiðir og greiða ábyrgd frá byrjan til enda.

  • Smidligt samstarv
    Arbeiðið verður lagað eftir tínari verkætlan og tíðarætlan.
  • Skjót svartíð
    Tú fært skjótt svar á tínum fyrispurningi, so verkætlanin ikki steðgar.
  • Effektivt arbeiði
    Greiðar avtalur, neyv máting og dátur, sum eru klárar at brúka.

Landmáting til fyritøkur, almennar stovnar og privatpersónar

  • Arbeiðstakarar og entreprenørar
  • Ráðgevandi verkfrøðingar og arkitektar
  • Kommunur og almennir stovnar
  • Veitufeløg
  • Privatpersónar, til dømis við avseting av nýggjum húsi ella uppmáting av grund

Nútíðar útgerð og dátur, ið passa til tíni forrit

Sikta brúkar GNSS-móttakarar, totalstøð og dronu. Dátur verða latin í vanligum formatum sum DWG, DXF, LandXML, punktsky og PDF, so tey kunnu brúkast beinleiðis í tínum arbeiði.